Tróndur Patursson
175 Kirkeby
FO - 100 Tórshavn

 
 


Tróndur Patursson er í dag í høgum metum bæði sum málari og myndhøggari. Fremst av øllum er hann víðagitin fyri sínar glasmálningar og spegils-/glasverk. Hann eigur ein týðandi lut í menningini av føroyskari list og er eitt av høvuðsnøvnunum í endurnýggingini, sum tørvur var á, og sum byrjaði við Ingálvi av Reyni (føddur 1920) og fekk sítt veruliga frambrot í tí næsta ættarliðinum (fødd í 1940-árunum).

Tróndur Patursson hevur vunnið fram til sítt egna listalag, eitt lag, sum kemur beint úr huganum í óbundnum skapi. So at siga øll føroysk myndlistafólk eru týðiliga merkt av tí sterka og stórfingna landslagnum, ið dag um dag er uttan um tey, men hjá Tróndi er hetta árinið so avgerandi, at hann hesi seinastu árini hevur valt at nýta orðið náttúrulýsing sum eitt vanliga felagsheiti á sínum ofta navnleysu verkum.

Í verkunum hjá Tróndi kemur kveikingin fram um alt úr einari sermerktari kosmiskari náttúrukenslu, ið altíð hevur verið livandi partur av hansara lyndi, men sum hevur ment seg í sinninum á teimum ævintýrkendu ferðunum, hann hevur gjørt saman við írska sjófaranum Tim Severin um heimsins stóru høv. Tróndur hevur higatil verið við Tim Severin á sjey sjóferðum. Fyrsta ferðin var í 1976/77, tá ið endamálið var at fylgja slóðini hjá írska munkinum Brendan og kanna eftir skrivligu frásøgn hansara um eina sjóferð tvørtur um norðurhøv úr Írlandi til Nýfundland fyri 1500 árum síðani í einum skirvisligum báti úr neytahúðum spentum út yvir træbond. Seinasta ferðin var í 2001 í Karibiska Havinum, og evnið var hesaferð at kanna søguna hjá Daniel Defoe um Robinson Crusoe.

Tróndur Patursson býr framvegis í bygdini, har hann varð føddur og vaks upp. Her hevur hann nakað uppi í brekkuni oman fyri bygdina bygt sær rúmlig hús við verkstovu.

Brendan

Tað er tað sterka, dagliga sambandið við føroyska náttúru, sum er støðið undir listini hjá Tróndi. Í 1970-árunum víðkaðist og ríkaðist hetta sambandið við náttúruna á ferðunum við írska sjófaranum Tim Severin. Severin hevur lagt seg eftir at greiða viðurskiftini millum veruleika og søgn í tiltiknum søguligum ella skaldsligum frásøgnum um evnini hjá menniskjanum at vinna á ógvisligum avbjóðingum í náttúruni. Tróndur hevur verið við á sjey sjóferðum hjá Severin, og á teimum var manningin fyri stórum krøvum og lærdu at kenna stórleikan í náttúruni í góðum og illum. Fyrsta ferðin við Severin var The Brendan Voyage í 1976. Aftan fyri ferðina lá tann gamla skrivliga frásøgnin um írska munkin Brendan, sum fyri 1500 árum síðani gjørdi sær ein skirvisligan bát úr neytahúðum spentum út yvir træbond og sigldi um Norðuratlantshav úr Írlandi til Nýfundland. Severin og hansara menn bygdu sama bát, sum sjálvandi varð nevndur Brendan, sigldu somu leið og prógvaðu, at veruleiki kundi vera í gomlu frásøgnini. Tróndur slapp við, tá ið Severin á ferðini legði inn í Føroyum fyri at finna og kanna staðið, har írski munkurin skuldi hava vitjað á síni vandamiklu ferð. Hetta staðið vísti seg eftir øllum at døma at hava verið við eina vík í Kirkjubø, sum bygdarfólkið kallaðu við tí gamla staðarnavninum Brandarsvík, vík Brendans.

 

Lýsandi fjallið

Eitt alment eyðkenni í teimum nýggjaru og nýggjastu vatnlitamyndunum, temperamyndunum og glasmálningunum hjá Tróndi Patursson er, at myndirnar verða bygdar upp við frítt skipaðum, organiskt-abstraktum formum, sum taka støði í tí, sum listamaðurin sær í skýggjum, aldum, fjallagreinum v.m., men sum als ikki avmynda hesi náttúrufyribrigdi í eintýddan, afturkennandi skapi. Listamaðurin sigur sjálvur, at hann hevur umsett sína náttúrukenslu til "abstrakta myndaskrift". Heitið kalligrafi tykist at hóska serliga væl til temperamyndirnar frá umleið 1995 og seinni. Flestu teirra eru skapaðar úr listaligu "nærlesing" hansara av grýtutum fjallalendi, har spenningar og mótsetningar í homrum, giljum, gjáum og rivum verða umsettar við svørtum "tekngerðum", ið stundum kunnu minna um japanska fagurskrift við tusji.

Latum okkum kanna nærri, hvussu listamaðurin arbeiðir í hesum mongu temperamyndunum, sum uttan undantak bera felagsheitið Náttúrulýsing (mynd ?). Fleiri av hesum myndum koma úr einari og somu grunduppliving:

Í góðum veðri fer listamaðurin ofta í lítla bát sín og siglur heit inn í skuggan undir brøttum bergi, situr so har og teknar í skitsubókina tey ymisku mynstrini og skapini í berginum. Tað, sum hann heftir seg einamest við, er hetta, at í tí grásvarta døkka og ókomiliga basaltinum í berginum her og har síggjast kloyvur og rivur sum djúpsvartar, loddrættar sprungur í bergsvegginum, og eftir hesum sprungum og rókum kann bera til at ganga upp í bergið og koma heilt upp í ljósið í erva.

Heima í arbeiðsstovuni umsetir hann hesar náttúruupplivingar til røðir av myndum, sum endurtaka sama høvuðsevið í óteljandi frábrigdum. Bratta bergið verður í málninginum ein skiftandi, litsterkt lýsandi, annaðhvørt reyð, grøn, gul ella blá grund, og á hesa grund er lagdur ein óregluligur bygnaður av svørtum skapi, sum inn móti myndamiðjuni tykjast at renna saman í eitt loddrætt, sprungukent høvuðsskap.

Tað er týðiligt, at teir lívrunnu formarnir í hesum myndunum eru djúpt náttúruelvdir. Samstundis verður eingin freistaður at skilja myndirnir sum beinleiðis endurgeving av náttúruni. Av nógvum ymiskum grundum, millum annað av tí at ljósið er als ikki sum í náttúruni. "Bergsveggurin" sýnist at vera upplýstur innanífrá, og hetta mótljósið "skúgvar" tað svarta skapið "frameftir", so at tað, sum eftir natúralistiskari fatan skuldi verið sum svartar rivur inn í fjallið, í staðin "sveimar" heilt ímóti allari náttúru sum svartir skuggar "framman fyri" ta lýsandi grundina. Harvið kemur eisini fram ein egin "øvut" rúmdarkensla, sum er týdningarmikil partur av ætlan listamansins. Í samrøðum við onnur listafólk, m.o. Ingálv av Reyni, um tann fría, ikki-avmyndandi málningin og hansara avtøku av rúmdardýpd í myndini, hevur Tróndur Patursson altíð hildið uppá, at í abstraktu myndini er - og skal vera - eitt "rúm", onkursvegna ein øðrvísi dýpd, sum kemur úr mótsetningunum millum ljós og myrkur í myndini. At myndin verður annað og meira enn ein tvídimensionalur flati er avgerandi neyðugt, skal hon kunna røkka sínum týdningarmesta endamáli, sum er at gera tað ósjónliga sjónligt, siga frá kenslum og anda í tilveru menniskjans og til dømis fáa samband við yvirnatúrligar veruleikar í átrúnaðarligari sannkenning.

Ti er tað so, at tá ið Tróndur málar lýsandi fjallið, málar hann ikki longur tað, hann sær ella hevur sæð, men tað, sum rørist í hansara egna sinni, eitt andaligt og kensluligt samskifti við fjallið sum ein livandi og sálarkveiktan alheim, eina verð, sum innan er full av verum og máttum. Kletturin, tunga meginenvið í steinaheiminum, verður gataður og gerst rúm fylt við lívi og orku, sum spreingir deyða hamin á klettinum innanífrá og vellir lýsandi ímóti okkum sum eitt slag av gløðandi grótbræðing.

Við øðrum orðum verður her vent upp og niður alt tað, sum vit kenna frá náttúruni og úr allari alifrøði. Myndin er ein andaligur veruleiki aftan fyri tann uttara heimin og krevur ongar frágreiðingar. Vit skilja, at Tróndur er hugtikin av átrúnaðarligu glasmálningunum í miðaldardómkirkjunum, og harvið skilja vit eisini, hví hann strembar so áhaldandi ímóti at finna eina leið at bera hetta slagið av málningi, har ljósið kemur aftanífrá, fram í okkara egnu tíð. Vit síggja, at hetta er tað, sum hevur givið honum íblásturin til at arbeiða á henda eyðkenda hátt við ljósi og myrkri í temperamyndum sínum.

 

Kosmisk rúm

Størsta listaliga úrtøkan, Tróndur Patursson hevur fingið av ferðum sínum við Severin, er tann sterka "havkenslan" og yvirhøvur øll hansara kosmiska náttúrukensla, hetta, sum er hansara veruliga listaliga arbeiðsgrundarlag. Merkisverdasti og sjáldsamasti ágóðin av tí, sum honum var fyri á høvunum, er tann røðin av framúrskarandi spegil-glas-verkum, hann hevur gjørt og givið felagsheitið Kosmisk rúm.

Tað fyrsta av hesum verkum var í stóru jarnbingjan, sum í 1996 var hansara íkast til bingjuframsýningina, sum varð fyriskipað, tá ið Keypmannahavn var ársins evropeiski mentanarbýur. Bingjan stendur nú við inngongdina til Listasavn Føroya í Havn. Í 1997 hevði hann eitt líknandi verk við á framsýningini (saman við Erik Heide) Sten & Glas á Brandts Klædefabrik í Odense. Hetta verk keypti Ny Carlsberg grunnurin, ið síðani hevur latið Randers Kunstmuseum verkið, og tað hevur nú funnið varandi stað í framsýningarhølum savnsins (mynd?). Ein nýggj, fleirhyrnt útgáva varð víst á framsýningini Fuglefri í Silkeborg Bad í 1998. Eitt framhald av hesum verki er í gerð og verður væntandi sett á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn á vári 2003.

Listamaðurin hevur í samrøðu, sum stóð at lesa í skránni til oman fyri nevdu framsýning í Odense, sjálvur sagt frá, hvussu verkini Kosmisk rúm eru komin burtur úr sjóferðunum við Tim Severin:

"Tað, sum reint listaliga hevur givið mær mest, er ferðin á bambusflaka úr Kina til Amerika í 1993 (China Voyage). Ferðin vardi í 106 dagar - tað er long tíð - tú ert avbyrgdur fíra mánair á sjónum - ikki eitt einasta skip er at síggja. Farið er ikki bátur men flaki, sum liggur beint niður á sjógvin - viðhvørt stendur tú í sjógvi upp undir knæ, tú verður ein partur av havinum. Tú veitst, at 6.000 metrar eru undir tær og ein endaleysur himmal yvir. Bara tann kosmiska kenslan uttan um teg er til. Tað var henda ferðin, sum gav mær hugskotið til bingju-framsýningina í 1996 og til tað rúmið, eg nú havi bygt í Kunsthallen Brandts Klædefabrik, har tú gjøgnum samspæl millum glas og spegl kennur teg vera í einum endaleysum rúmi. Tá ið tú fert inn á spegilsgólvið, er tað sum at ganga á vatni."

Við sínum stóra rúmverki hevur Tróndur roynt at geva frá sær ta kosmisku rúmdarkensluna, sum fylti hann á timburflakanum mitt úti í Kyrrahavinum. Um - ellla hvussu væl - tað er eydnast honum, veit bara hann sjálvur, men verkið er í øllum førum eitt, sum ger mun.

Kosmisk rúm geva tí, sum kemur inn, eina harða avbjóðing. Hvar ert tú staddur, hvat er upp og hvat er niður? Ljós kemur uttanífrá gjøgnum veggir úr málaðum glasi, og gólv og veggir eru spegl. Speglini og glasið gera saman, at tað kenst heilt undursamt at vera í hesum rúmi. Tá tú stígur inn, heldur tú teg beinanvegin missa alla fasta grund undir fótum: Gólvið speglar rúmið (og teg sjálvan) í endaleysari røð av endurtøkum, ið missa seg burtur í dýpd sum ein botnleysur "tunnil". Í erva tykist eftir øllum at døma heldur ikki at vera nakað loft, tí rúmið er eisini ein endaleysur "tunnil" av speglingum uppeftir. Tú sveimar sostatt at kalla frítt í einum slagi av "lyftusloku" - mitt millum Heims og Heljar, so at siga.

Glasmálningarnir í veggjunum vísa eitt marglitt spæl av abstraktum formum, gjørt sum spontan "kalligrafi", ið onkursvegna minnir um alheimin, soleiðis sum hann sæst aftur í sjóneyku ella í havsins sveimi av æti ella teimum lýsandi stjørnutokunum úti í rúmdini.

Alt hetta fær ljós uttanífrá, og tað fær ta løgnu kensluna at vaksa: tú sveimar við ongari tyngd mitt í einum kosmiskum rúmi. Kenslan er so sterk og livandi, at tey eru nógv, sum ikki hætta sær at stíga inn á speglgólvið í verkinum. Bara tað at hyggja innum úr hurðaopinum hevur fingið tey at taka seg kløkk burtur frá tí "ørandi dýpinum", tey hava framman fyri sær. Tí er tað skilagott, at hugsa seg væl um, áðrenn stigið verður inn á spegilsgólvið: ræðslusjúk fólk, serliga tey, sum hava hæddarræðslu, eiga ikki at fara inn um gáttina. Tey kunnu uppliva kosmiska rúmið sum eina ræðuliga marru, ið verður verandi sum djúpur skelkur í sálini!

Listaliga endamálið við teimum kosmisku rúmunum er sjálvsagt ikki at bara at skapa eitt skemtiligt sansingargykl. Tróndur Patursson vil fáa okkum at síggja tað ósjónliga, seta okkum í samband við ein veruleika, sum er størri enn tað, sum okkara veiku sansir megna at fata, og sum okkara skil við øllum sínum avmarkingum ikki er ført fyri at fasthalda: endaloysið í alheiminum.